Byrjað varð við morgunmati í bygdarhúsinum.
Síðani varð gudstænasta í kirkjuni, har allir tríggir prestarnir í prestagjaldinum, Heri Joensen, Bergur Debes Joensen og Derhard Jógvansson, tóku lut. Kirkjan var fullsett.
Heri Joensen hevði prædikuna. Hann brúkti dagsins tekst, sum var um, tá ið Jesus mettaði 5000 menn umframt kvinnur og børn. Hann legði dent á at siga nakað til troyst og uggan. Men hann legði eisini dent á vónina, at liva og koma víðari.
Bergur Debes Joensen greiddi frá hendingini fyri 100 árum síðani. Støðan var tann, at tríggir bátar vóru farnir til útróðrar, eitt fýramannafar við fýra monnum og tvey seksmannafør. Harðasti streymur var og mysing. Vindurin var vestaneftir og ørgrynna av fiski. Seksmannaførini komu fullfermd aftur í øllum góðum, men fýramannafarið, Heystoyggin, kom ikki fram. Tá ið hálvskýmt var, fóru sjey mans við seksmannafarinum, Roysningi, at leita. Heldur ikki teir spurdust afturíaftur. Sostatt fóru 11 av monnunum í Hesti hendan feigdardagin.
Tað verður sagt, at aðrir mans í bygdini vóru fúsir til at fara við hinum bátinum at leita, men vórðu fingnir frá tí.
Prestarnir nevndu, at henda hendingin fyri 100 árum síðani hevur sett sítt merki á eftirtíðina.
##med2##
Mynd: Tórshavnar kommuna
Kransur lagdur
Síðani varð kransur lagdur á minnisvarðan á Hálvmørk. Annika Olsen, borgarstjóri, og Hans Jacob Niclasen frá kirkjuráðnum í Hesti, løgdu krans.
Annika bar fram røðu. Hon segði millum annað:
- Vit eru eitt sjófarandi fólk. Tað vóru vit, tá ið føroyski báturin var álitið. Og enn eru vit so nær knýtt at sjónum við teimum nýmótans skipum og bátum, sum nú eru. Vit føroyingar eru ríkaðir við teirri stóru gávu, sum havið gevur. Men sanniliga hevur havið eisini tikið. Lat hesa løtuna vera eitt høvi at minnast teir sjólátnu og heiðra teir mongu, sum arbeiða á sjónum úti og heima. Latið okkum altíð virða tað stóra arbeiði, sum føroyskir sjómenn útinna hvønn einasta dag í árinum allan sólarringin, segði Annika.
Síðani var suppa og smurt breyð at fáa í bygdarhúsinum, áðrenn avbygdafólkið fór avstað aftur.
Ruth Lyngvej, forkvinna í kirkjuráðnum í Hesti, metir, at umleið 140 fólk vóru við til minningarløtuna í gjár.