100 smittutilburðir í Beijing í eina viku

Fleiri enn 100 smittutilburðir við koronuvirus eru stað festir í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing, seinastu vikuna

Tað verður mett sum ein uppafturkyknan av koronuvirus í býnuym, segði Heimsheilsustovnurin, WHO, í gjár.

Nýggju tilburðirnir knýta seg at einum marknaði nevndur Xinfadi í milliónabýnum og hevur fingið myndugleikarnar at steingja partar av Beijing. Tað snýr seg millum annað um ítróttar– og mentanarstovnar.

Embætismaður í Beijing, Xu Ying, segði á einum tíðindafunfi í gjár, at býurin fer at økja eftirlitið við at taka fepur og bjóða lesandi at fara aftur til heimaundirvísing, um tey ynskja tað.

Fleiri enn 8000 frá matmarknaðinum eru kannað, og roknað verður við, at umleið 200.000 fólk hava vitjað marknaðin síðani 30. mai. Beijing roynir at sporta og testa hesi, millum annað við at ganga frá hurð til hurð.

/ritzau/AFP