Í allan dag og seinastu dagarnar hava fólk rigga bygdina til í Syðrugøtu, nú hon skal hýsa eini 7.000 veitsluhýrdum føroyingum.
Tjaldingarøkið lat upp klokkan seks í dag og tíðliga seinnapartin byrjaðu tjaldararnir at koma so smátt. Økið var lítið meiri enn opnað, áðrenn hundraðtals tjøld vóru sett upp á nýggja tjaldingarøkinum oman fyri Syðrugøtu.
Tá Portalurin var í Syðrugøtu og tosaði við Janus Rasmussen, stjóra í G!, lat hann væl at.
- Her er nógv at gera hjá okkum og alt er sum tað eigur at vera, nú festivalurin skjótt verður skotin í gongd, sigur Janus Rasmussen.
Sí annars myndatema frá mikudegnum á G! Myndirnar hava Edith Johannesen og Rólant Waag Dam tikið.