1000 fleiri til Svínoyar

SAMFERÐSLA Fyrsta mann sum tey ferðandi til Svínoyar hitta, er Regin Justinussen sum er avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni. - Eg trívist væl í hesum starvinum, sigur hann.

Svínoy: Másin hevur í mong ár verið álitið hjá svínoyingum, saman við tyrluni.
Tá avgerð varð tikin um, at Ritan skuldi sigla higar seinasta summar, vóru fólk spent uppá, hvussu hon fór at roynast. Og sum skilst hevur hon hilnast sera væl.
- Eg havi hoyrt teir tosa um, at bara í summar ferðaðust 1000 fólk fleiri út higar, enn árið frammanundan.
- So hon hevur havt sín velduga týdning, og vit vóna bara at fáa hana aftur. Vit eru von at hava tol, og tað hava vit sjálvandi eisini nú, sigur Regin Justinussen.

Trý skip
Sum avgreiðslumaður hjá sjóvegis flutninginum til Svínoynna, er ein uppgáva hjá Regin at avgreiða farmin og postin til oynna - at taka ímóti fólki, sum skal í land ella umborð.
Hann hevur royndir í hesi uppgávuni, sum fyri ein part hevur snúð seg um at standa á bryggjuni, tá Másin legði á landi.
Hetta hevur hann gjørt í mong ár, annaðhvørt á Eiðinum ella á Víkini, um tað ikki viðraði vestanfyri.
Teir seinastu mánaðirnar hevur hann í øllum førum havt ábyrgd av avgreiðsluni hjá trimum skipum hjá Strandferðsluni:
Hjá Másanum sum hevur tænt fyri seg; hjá Rituni sum varð sett í sigling til Svínoy og Fugloy í fjørsummar; og seinastu vikurnar hjá Alfa Pilot, ið avloysir Rituna, nú hon er á sleipistøð.

Stæk gott
- Tað er munur á støðuni í dag og fyrr, sigur Regin.
Másin var sjálvandi góður í síni tíð, men nú vit hava fingið Rituna, er tað eitt veldugt framstig.
- Hon roynist heilt óalmindiliga væl, og tað er einki problem hjá henni at leggja at, vísir Regin á.
Tað góða er, at Ritan kann taka nógvan farm, og at tað er sera vinarligar umstøður hjá teimum ferðandi, eins og hon er sera góð í sjónum.
- Ritan rullar næstan ikki, og tí eru vit sera nøgd við hana, sigur Regin. - Alfa Pilot siglir skjótt, men rullar kanska eitt sindur meiri enn Ritan.
- Men eg veit ikki, veðrið hevur verið so stak gott higartil, so tað er einki problem.