10.000 endaðu á Skála

Tvær ferðir segði hon "einaferð aftrat..." - og so endaði gentan á Skála á 10.000 krónum, sum hon takkaði fyri.

Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 150.000 krónur og unga gentan, sum ringdi av Skála, valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar.

 

Nú vóru 50.000 krónur í hvørjum leypi.

 

Bæði í fyrsta og øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum - og á somu 15.000 krónum báðu ferðina, staðfesti gekka-verturin, Magnus Magnussen.

 

Men, nú unga gentan á Skála hevði fingið fulla plátu og var sloppin at snara gekka-hjólinum, valdi hon eisini at royna triðja og seinasta møguleikan.

 

Í triðju royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum - og bert ein seym frá 20.000 krónum! Men, tað var kortini ein glaður vinnari á Skála, sum í kvøld gjørdist 10.000 krónur ríkari.