Akstovan hevur almannakunngjørt tølini fyri skráseting av nýggjum akførum fyri mars mánað, og hesi vísa ein rættiliga stóran vøkstur. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru skrásett 515 nýggj akfør, og hetta eru 101 fleiri, enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað er serliga innan persónbilar, at vøksturin skal finnast. 104 persónbilar fleiri eru skrásettir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, og er hetta ein vøkstur upp á 33,9%. Eisini eru vøruvognarnir nú nógv fleiri í tali – her er vøksturin 24,4%.
Hinvegin eru tølini fyri hýruvognar, lastbilar, prutl, smámussar og viðfestisvognar lækkað nakað, men her eru tølini somikið lítil, at einstaka skráseting gevur rættiliga stór sveiggj í tølunum.