Í dag fyllir elsti føroyingurin, Jógvan Andreas Hansen í Vestmanna, 102 ár.
Hóast sín høga aldur er Jógvan rættiliga birgur. Hann er likamliga væl fyri, men hoyrnin bilar kortini.
Jógvan er frammi hvønn dag og fylgir við tí, sum hendir rundan um hann. Situr við vindeygað við kikaranum og fylgir við, hvør kemur og fer eftir vágni, og hvør landar til flakavirkið.
Jógvan er føddur í Miðvági, men kom ungur til Vestmanna, eftir at bæði foreldrini doyðu frá fimm synum.
Sum so mangur annar føroyingur var Jógvan sjómaður í mong ár, men legðist uppi í 1949. Hann arbeiddi seinni hjá SEV og Vestmanna Kommunu.
Jógvan var giftur við Binu, sum doyði í 1971. Tey bæði áttu trý børn. Í dag býr yngsta dóttirin, Jona, saman við Jógvani, sum enn er heima hóast sín høga aldur.
Tá Jógvan fylti 100 ár hevði Sosialurin samrøðu við hann. Hann greiddi tá frá, hvussu var við skúlagongdini, tá hann gekk í skúla. Um egna skúlagongd hevði hann ikki so nógv at siga, greiddi hann Sosialinum frá. Har var bara tað at fortelja, at hann lærdi einki. Skúlagongdin var ikki hvønn dag, men tað gjørdi einki, helt hann, tí børnini høvdu so nógv annað at gera. Tey tóku lut í og hjálptu til við øllum dagligum arbeiði, sum tá var.
Góða heilsu hevur Jógvan havt, og hevur tað framvegis. Fyri Sosialinum segði hann fyri tveimum árum síðan, at hann hevði ongantíð roykt, men tó skráað alt lívið. Og hann hevði verið avhaldsmaður, síðan hann var heilt ungur.
Eisini politiskt var hann sannførdur og rættiliga avgjørdur. Hann hevur verið á hvørjum vali og altíð valt Javnaðarflokkin.
Sosialurin ynskir Jógvani hjartaliga tillukku við føðingardegnum.