Árliga FK-Cup kappingin fyri yngri flogbóltsdeildirnar verður hildin í Tórshavn 12. oktober. FK-Cup er skipað í samstarvi millum flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypsamtøku, sum í nógv Harrans ár hevur stuðlað flogbóltinum.
Íalt 103 lið úr øllum flogbóltsfeløgunum í Føroyum hava meldað lið til kappingina. Sostatt verða 800 - 900 flogbóltsleikarar savnaðir í trimum ymiskum hallum frá tíðliga um morgunin til út á kvøldið.
– Hetta er tískil størsta ítróttarkapping, sum hildin verður ein einstakan dag í Føroyum, siga fyrireikararnir.
Tá ið síðsti dysturin er settur ígongd, eru íalt umleið 200 flogbóltsdystir leiktir. Børnini eru úr 5-6 ár og upp í unglingar (20 ár). So her er møguligt at síggja bæði verandi og komandi flogbóltsstjørnur.
Kappingin í einstøku aldursbólkunum er at síggja á heimasíðuni hjá Fleyr (www.fleyr.fo) og á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum (www.fbf.fo). Tað er ókeypis atgongd til dystirnar.
Vikuskiftið 9. og 10. november verður FK-Cup fyri eldru liðini leikt. Finalurnar verða leiktar sunnudagin 10. november kl. 14:00 og 16:00 í Gundadalshøllini.