1037 fólk koppsett í gjár

Nú hava 49 prosent av fólkinum fingið fyrra prikið

Í gjár vórðu 1.037 fólk koppsett. 152 fólk fingu fyrra prikið, og 885 fólk fingu tað seinna.

 

Nú hava 26.105 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 49% av fólkatalinum. 17.392 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, tað svarar til 32,6%, sum eru liðugt koppsett.

 

Tilsamans 43.497 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.