107 akfør steðgað í Suðuroynni í gjár

Løgreglan er í hesum døgum í Suðuroynni og ger sokallaðar grein 13 ferðslukanningar. Í hesum sambandi vóru heili 107 akfør steðgað í gjár.

 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at 16 rapportir vórðu skrivaðar frá hesum kanningum. Har ímillum vóru tey fýra, sum einki koyrikort høvdu við sær, tá ið løgreglan steðgaði teimum, og ein hevði ikki umbýtt gamla pappírskoyrikortið til tað nýggja.

 

 

 

Átta bilar høvdu ikki nøktandi lyktir, meðan tveir bilar koyrdu við niðurslitnum dekkum. Trý mál vóru eisini, har tað var meira enn 25% á muni á talið av píkum á dekkunum undir sama bili. Og so eru 18 mál, har løgreglan hevur givið átalur fyri ymiskt annað