109,1 milliónir í vinningi higartil

Atlantic Petroleum hevur styrkt sína støðu níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár.

Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, hevði felagið ein rakstrarvinning upp á 109,1 millónir krónur.

Í sama tíðarskeiði í 2010, var hann 93,6 milliónir.

Fíggjarliga støða felagsins varð styrkt í 3. ársfjórðingi, og felagið hevði 158,4 milliónir krónur í tøkum peningi við endan á ársfjórðinginum. Eginpeningurin er fyri fyrstu ferð omanfyri 400 milliónir krónur

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, væntar, at úrslitið fyri alt árið verður í ovara enda av áður fráboðaðu metingini sum var 90 – 150 milliónir krónur.

Í næstum kemur Blackbird feltið í framleiðslu og seinni í ár fer Chestnut aftur at framleiða við fullari styrki. Atlantic Petroleum fer komandi mánaðirnar at luttaka í týðandi leitingarbrunnum. Seinni í ár verður bora á Orchid leitingarmiðinum, og í vár verður farið undir at bora á føroyska Brugduloyvinum.

30. september varð ein útbyggingarætlan latin inn til Bretsku mynduleikarnar fyri Perth leiðina har ognarluturin hjá Atlantic Petroleum er 10,8%. Mett verður, at hetta feltið kann koma í framleiðslu fyrra hálvár 2014.

Samlaða framleiðslan fyrstu 9 mánaðarnar var 558.000 tunnur oljulíkar (boe), og svarar hetta til eina miðalframleiðslu uppá 2.044 tunnur oljulíkar um dagin til Atlantic Petroleum.