11,9% færri ferðafólk í mai mánaða

Fyrstu 5 mánaðarnar hava 12,1% færri fólk ferðast um floghavnina. Í mai mánaða hava tilsamans 16.965 fólk ferðast um floghavnina. Hetta eru 11,9% færri enn í mai mánaða í fjør, tá ferðafólkatalið var 19.246.

Higartil í ár hava tilsamans 70.807 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 12,1% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 80.520.

Í mai mánaða komu og fóru 439 flogfør. Tað er 9,9% færri enn í mai í fjør, tá 487 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Fyrstu 5 mánaðarnar komu og fóru 1.709 flogfør um floghavnina. Tað er 24,5% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 2.263 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Í mai var samlaði flogfarmurin 88,7 tons svarandi til 8,6% meiri enn í mai í fjør, tá farmamongdin var 81,7 tons.

Fyrstu 5 mánaðarnar var samlaða farmamongdin 319,9 tons svarandi til 6,5% minni enn sama tíðarskeið í fjør, tá farmamongdin var 341,9 tons, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.