11/9 ? kærleiki og sorg vinna á hatrinum

   

Kaj Leo Johannesen
??????????????????
Hví eru tað menniskju sum beinleiðis eru stýrd av einum óndskapi, sum vit vanligu menniskju ikki fata? Hvørji virði hava hesi menniskju fingið við sær gjøgnum lívið og hvønn uppvøkstur hava tey havt?
Tað er eingin ivi um, at hesir menn, sum broyttu heimin til eitt ótryggari stað, ikki altíð hava verði so ávirkaðir av hatri. Teir hava ikki verði ymiskir frá tær og mær, tá teir bórust í heim, og tí er spurningurin, hvønn uppvøkstur og hvørjar treytir umheimurin hevur givið hesum monnum. Spurningurin kann setast um nú ikki vit øll hava ein part av ábyrgdini fyri at hetta hendi.
Kunnu vit bert siga at hetta vóru sinnissjúkir fanatikarar, sum framdu hetta álopið á púra ósek fólk? Hesir menn høvdu jú einki samband við-, og kendu ongan umborð á flogførunum, so tað var ikki nakað persónligt sum motiveraði til hesa gerð. Heldur var tað reindyrkað hatur mótvegis einum landi, eini religión, einum uttanríkispolitikki, sum motiveraði hesar menninar til at gera eina sovorðna gerð.
So er spurningurin: Kundu vit gjørt nakað fyri at forða hesum, og svarið er eitt greitt ja. Sjálvandi kundu vit forðað hesum.
Útreiðslurnar til hernaðar-endamál vuksu í 2003 við 11 prosentum (til 5.850 milliardir krónur). Hækkingin er grundað á, at heimsins størsta og sterkasta land er av álvara farið í kríggj móti einum ósjónligum fígginda, uttan at vita, hvar fíggindin er staddur, og uttan at kunna staðfest ta veruligu orsøkina til hatrið frá víðgongdum terrorbólkum, sum eitt nú Al Quiada.
USA ger hetta fyri at gera heimin tryggari og fyri at vit øll kunnu gerast frælsari. Tí verða hesar astronomisku upphæddir brúktar, men gerast vit tryggari av tí? spyr fólkið á gøtuni. Eg trúgvi ikki at vit gerast tryggari av hesum. USA stendur í dag fyri umleið helvtini av øllum hernaðarútreiðslum í heiminum.
Síðani álopini á USA í september 2001 eru heimsins hernaðarútreiðslur hækkaðar við 18 prosentum og er hetta ein skeiv gongd síðani tað kalda kríggið endaði umleið 1999. Amerika brúkar í dag líka nógvan pening til hernaðarútreiðslur sum Reagan gjørdi í 80-unum, og líka nógv, sum teir brúktu undir Koreakrígnum og undir Vietnamkrígnum. Tað vil siga, at vit kunnu staðfesta, at Amerika er farið í kríggj móti einum ósjónligum fígginda. Hinvegin kunnu vit siga, at fíggindin í Vietnam var eisini ósjónligur, bert á ein annan hátt - djúpt inni í skóginum.
Sjálvandi ávirkar 11/9 okkum í Føroyum. Vit steðga á eina løtu og hava samkenslu við ofrunum fyri hesum atsóknum, men hetta kemur eisini at hava langtíðar ávirkan á okkara handilsviðurskifti. Tað sum hendi aftaná 11/9, tá talan er um sølu av fiskavørum, var at eftirspurningurin minkaði. Av tí at amerikanarar hildu seg burtur frá matstovum, eitt nú í Boston, var ein stór minking av fólki sum fór út at eta. Tey keyptu tað sum tey skuldu brúka í handlum og ótu heima.
Tað sum byrjaði í USA breiddi seg skjótt til Evropa. Einki er tað sama sum áðrenn 11/9 heldur ikki innan fiskasølu.
Vit koma at uppliva eina aðra tíð, har ið vit í nógv størri mun verða noydd til at leggja orku í at fáa menningarlondini upp á okkara livistøði. Hetta er einasta loysnin fyri at skapa ein ríkari og tryggari heim fyri øll, og fyri at forða altjóða yvirgangi at slá enn fastari røtur í heiminum.