11 ára gamli Yazan Tamimi skal ikki burturvísast

Vit vilja ikki verða samsek í burturvísingini av 11 ára gamla Yasan Tamini, sum hevur vøddasvinn.

 

Yazan Tamimi er 11 ár og býr í Íslandi, har hann fær viðgerð fyri álvarsamt vøddasvinn. Men nú hava íslendskir myndugleikar gjørt av, at Yazan skal burturvísast úr landinum. Støðan hjá Yazan verður lívshættislig, verður viðgerðin av sjúkuni støðgað, sigur lækni hansara.

Yazan og familja hansara eru flóttar úr Palestina, men búgva nú í Íslandi. Av tí at Spania var fyrsta landið, tey komu til í Evropa, vilja Íslendskir myndugleikar fylgja Dublin-sáttmálanum og burturvísa familjuna aftur til Spania.

Yazan og familjan komu til Íslands fyri einum ári síðan, har Yazan nú fær viðgerð fyri vøddasvinn. Tað er av álvarsama slagnum Duchenne, sum í flestu førum rakar dreingir. Yazan situr í rullistól, sum flestu børn við sjúkuni gera um 12 ára aldur.

Lækni Yazan hevur útskrivað eina læknaváttan, ið sigur, at tað er lívshættisligt fyri Yazan at verða borin umborð á eitt flogfar og “Tað er eisini greitt, at um henda tænastan [viðgerðin í Íslandi] verður støðgað, kann sjúkan gerast lívshættislig og stytta lívstíðina hjá honum. Viðmerkjast skal, at 30% av dreingjunum við Duchenne vøddasvinni doyggja av einum falli ella av ferðing.”

Íslendskir myndugleikar seta lívið hjá 11 ára gamla Yazan í vanda. Tað halda vit er ábyrgdarleyst og kann ikki góðtakast. Vit taka tí undir við íslendsku felagsskapunum - m.a. No Borders Iceland, Solaris Hjálparsamtökin, ÖBÍ, Þroskahjálp, Einstök börn, Duchenne-samtökin og Barnaheill (Save the Children á Íslandi) - sum hava talað ímóti, at Yazan verður burturvístur. Hesir felagsskapir meta, at burturvísur íslendska stjórnin Yazan, verða brot framd á tveir ST-sáttmálar: ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek og ST-sáttmálan um rættindi hjá børnum.

No Borders Iceland hevur heitt á øll flogfeløg, ið virka í Íslandi, um at velja menniskjalív fram um politikk og heita á flogfeløgini um ikki at viðvirka í burturvísingini av Yazan. Av tí at føroyska flogfelagið Atlantic Airways eisini virkar í Íslandi, fevnur áheitanin eisini um Atlantic Airways.

Vit taka undir við hesum áheitanum, og vilja eisini heita á Atlantic Airways um at taka støðu í hesum málinum og nokta at samstarva við íslendskir myndugleikar um burturvísingina av Yazan og familju hansara. Luttekur Atlantic Airways í burturvísingini eru tey, og eigarin, Føroya Landsstýri, samsek í at bróta ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og ST-sáttmálan um rættindi hjá børnum.

 

Samhugi við Palestina Frælsisfylking Anarkistanna