Í minsta lagi 57 fólk doyðu, og 176 vórðu særd, tá 11 bumbur brustu í shiamuslimskum býarpørtum í irakska høvuðsstanum Bagdad í morgun. Myndugleikaenir siga, at tað var ikki av tilvild, at bumburnar brustu, júst sum fólk vóru á veg til arbeiðis.
Í býarpartinum Amil brustu tvær vegjaðarabumbur, og Doura har suðuri í býnum brast ein bilbumba. At kalla samstundis brustu fleiri bumur í miðbýnum og har norðuri í býnum.
Atsóknin er tann ringasta, síðani politiskt stríð tók seg upp ímillum shiamuslimskar og sunnimuslimskar politikarar, júst sum USA tók sínar seinastu hermenn úr landinum. Løgreglan hevur givið boð um, at tann sunnimuslimski varaforsetin, Tareq al-Hashemi, skal handtakast, tí hann er lagdur undir yvirgangsvirksemi, og tey boðini hava fingið øði í sunnimuslimarnar.