11 danir undir illgruna fyri svínasótt

Tríggjar kvinnur eru lagdar inn á sjúkrahús, tí illgruni er um, at tær kunnu vera smittaðar við svínasótt Tvær kvinnur eru lagdar inn til kanningar á Skejby sjúkrahúsinum í Århus, og ein kvinna er innløgd á sjúkrahúsinum í Hvidovre til kanningar fyri svínasótt.

Sostatt eru nú 11 danir undir eftirliti, tí illgruni er um, at teir kunnu hava fingið svínasótt. Sambært DR hava øll tey 11 verið í Meksiko ella USA.

Tað er framvegis ógreitt, um ntalan er um svínasóttina. Blóðroyndir eru tiknar av teimum 11 fólkunum, og tær skulu staðfesta, um talan er um sjúkuna.