11 eru nú klár

Tríggjar fótbóltstjóðir afturat bíløgdu sær í gjárkvøldið atgongumerkini til HM-endaspælið í Suðurafrika. Í Europa staðfestu Ongland og Spania, at tey eru nógv sterkasta landið í sínum bólki, og við sigrinum á Argentina vann Paraguay seg eisini í endaspælið. Umframt vertirnar úr Suðurafrika høvdu Holland, Brasil, Ghana, Australia, Norðurkorea og Suðurkorea longu spælt seg til endaspælið undan dystunum í gjárkvøldið.