11 mánaðir síðani seinast

Stig-Roar Søbstad skeyt umsíðir sítt fyrsta mál fyri B68, tá toftamenn vunnu stórsigur á sandoyingum. Tað er fyrsta málið hjá norska framherjanum í føroysku landskappingini síðani tann 29. mai í fjør. Tá stóð hann fyri málinum hjá argjamonnum, tá AB og Víkingur spældi 1-1.

- Tað er umráðandi, at hann fær hol á málskjótingina, sigur Bill M. Jacobsen, venjari.
Stig-Roar Søbstad kom til Føroya á sumri í 2009. AB, sum hevði vunnið sær pláss í miðbólkinum á stigatalvuni, skrivaði á sínari heimasíðu, at liðið hevði fingið nýtt krút úr Noregi.
Søbstad, sum hevur eina fortíð í Molde, skeyt nógv mál fyri Korsvoll í næstbestu deildini í Noregi.
11 mál í 27 dystum fyri argjamenn vóru eisini nøktandi hagtøl, tá hann skifti til B36 í summar.
28 ára gamli framherjin skeyt einki mál fyri B36.
- Eg eri framherji, og eg ætli mær at skjóta mál á Toftum. Vónandi eigi eg ein leiklut í, at vit fara at standa okkum væl, segði Stig-Roar Søbstad við Sosialin tann 8. desember í fjør.