11 ára gamli Baldur Holm er eitt stórt talent í skateboarding, og hann hevur ein stóran dreym um at gerast professionellur skateboardari.
Hann hevur fyri kortum fingið eina serliga stuðulsavtalu í lag við skatehandilin í Havn, “Zoo - Skate, Climb & BMX”, sum hevur við sær, at hann verður sendur uttanlands at kappast.
Stuðulin inniber eitt nú eitt spildurnýtt bretti og aðra útgerð til skating, umframt eina ferð til eina kapping, sum verður í Íslandi í desember.
Tey í Zoo hava valt Baldur út, tí tey meina, at hann hevur serligar gávur, og tey vilja vera við til at motivera hann, so hann kann menna seg enn meira.
Tað var ætlanin, at hann skuldi luttaka í einari kapping í Íslandi nú í august. Men hetta mátti útsetast til desembermánað, av tí at hann breyt armin í summar.
Eitt, sum Baldur Holm gongur høgt uppí, er, at fáa fleiri børn áhugað í hesari ítróttargrein. Tí tað hevur ikki verið so vanligt í Føroyum seinastu árini, men nú er tað við at broytast.
– Í 2004-08 var skateboarding nokkso stórt í Føroyum, men so steðgaði tað. Men nú sær mann, at fleiri eru byrjað at skatea, so tað er gott, sigur Baldur Holm, sum vónar, at enn fleiri børn og ung fáa eyguni upp fyri hesum.