Allir sangirnir á “Vøkur er verðin” eru á føroyskum við føroyskt framleiddum løgum. Umframt løg, sum pápi Mariu, Eyðun á Lakjuni, hevur skrivað, eru løg hjá Niclasi Johannesen, Øssuri Berghamar, Jógvani á Lakjuni og Jens Guttesen, sum er langabbi Mariu, á fløguni. Tekstirnir eru skrivaðir av Mikkjali á Ryggi, Ismari Joensen, Hilmari Petersen, Niclasi Johannesen, Øssuri Berghamar, Peturi W. Háberg, Hans Andresa Djurhuus, Frits Johannesen og Eyðuni á Lakjuni.