11. september fekk meg heim aftur

Basssnillingurin, Arnold Ludvig, flutti aftur til Føroyar í summar. Seinastu trettan árini hevur hann búð í Íslandi og Kanada. Heimlongsulin til Føroya kom stutt eftir atsókninar á World Trade Center 11. september 2001. Bert tveir dagar undan álopinum á USA, var Arnold í floghavnini í Boston, har tvey flogfør seinni vórðu tikin til atsóknirnar á World Trade Center.

Í føroyska tónleikaheiminum er havnarmaðurin Arnold Ludvig, mettur at vera ein av okkara fremstu bassistum. Hóast hann ikki hevur búð í Føroyum síðan 1990, hevur hann fyri langari tíð síðan sligið sítt navn fast í føroyska tónleikaheiminum. Sum limur í bólkinum Plúmm og seinni Føstufressum, er hann partur av einum ættarliði, sum telir fleiri framúr tónleikarar.
Arnold fór av landinum í útbúgvingarørindum í 1990, og hann kom ikki heimaftur fyrr enn í summar. Tað vóru skelkandi atsóknirnar á World Trade Center í 2001 sum gjørdu, at basssnillingurin fór at umhugsa at flyta heim aftur á klettarnar.
- Eg hevði ongar ætlanir um at koma heim aftur, men atsóknirnar 11. september góvu mær ein ótrúliga sterkan heimlongsul, sum eg slettis hevði kent á mær áður. Eg kom av einum skipi tann 9. september, og sama dag flugu vit frá Logan floghavnini í Boston til Montreal. Tveir dagar seinni verða tvey flogfør tikin á somu floghavn til álopið, og tað leyp ein øgiligan hvøkk á meg. Eg vildi bara heimaftur, og nú eri eg her, greiðir Arnold Ludvig frá.
Síðan Arnold var smádrongur, hevur tónleikurin fylt størstan part av lívi hansara, og tað ger hann framvegis. Vit hava sett honum stevnu til eitt prát um Plúmm og Føstufressar, árini uttanlands, og hví tónleikurin framvegis er fremsta raðfestingin hjá honum.
Playboys til Plúmm
Arnold var ikki meir enn tólv ára gamal, tá hann fyri fyrstu ferð fór at spæla bass. Hetta var í 1980, tá hann fór upp í bólkin Playboys, sum taldi so navnframar limir sum Rógva á Rógvu, James Olsen, Mortan á Rógvu og Leiv Thomsen.
- Eg gekk í flokki við Rógva og Mortan í fólkaskúlanum, og teir spældu í Playboys saman við James og Leivi. Eg lurtaði bara eftir teimum í eitt ár, meðan teir plagdu at venja. Bólkurin hevði ongan bassist, og teir spurdu tí meg, um eg hevði hug at koma í bólkin, og eg var skjótur at siga ja. Hetta var í 1980, og síðan havi eg spælt bass, fortelur Arnold.
Playboys var við í SMS-kappingini í 1981, og tað eydnaðist teimum at vinna kappingina. Undan kappingini vóru Finnur Hansen og Magnus Johannessen komnir afturat í bólkin.
Stutt eftir sigurin í SMS kappingini, fóru limirnir í Playboys hvør til sín. Leivur Thomsen og Finnur Hansen valdu at fara í bólkin Teinar, meðan Magnus endaði í bólkinum Funkies, har Terji Rasmussen var sangari.
- Eg, Rógvi og James vóru ikki í nøkrum bólki í 1982-83, men vit vandu fyri okkum sjálvar. Tíðliga í 1984 samlaðu vit manningina frá Playboys aftur. Eg minnist, at eg ein vetur meldaði okkum til samanspæl hjá Jóhannes á Rógvu Joensen, og stutt eftir byrjaðu vit at spæla saman aftur, fortelur Arnold.
Bólkurin skifti tá navn til Plúmm, og fyrsta konsertin hjá bólkinum var í Sørvági í 1984. Arnold fortelir, at Plúmm fyrstu tíðini serliga spældi cover løg hjá millum annað Toto og Loverboy
Hóast Plúmm spældi kring alt landið í 80 árunum, so kom eingin útgáva frá bólkinum. Plúmm er kortini við á plátuni Ung 85 við lagnum Stjørnuskot. Stjørnuskot er framvegis ein varði hjá bólkinum, og so seint sum fyri nøkrum vikum síðan, varð lagið endurútgivið. Á fløguni Popplist 2 telist Stjørnuskot millum løgini
Minnirík framførsla
Fyrr í ár hátíðarhelt Jazz festivalurin, at eru 20 ár liðin, síðan festivalurin byrjaði. Í 1983 var festivalurin fyri fyrstu ferð, og sambært Arnold, hevur hann havt ómetaliga stóran týdning fyri limirnar í Plúmm.
- Vit hoyrdu jazz fyri fyrstu ferð live í Føroyum, og hóast vit ikki byrjaðu at fáast við tað beinanvegin, so vórðu vit rættiliga tiknir jazz tónleikinum. Brandur Øssursson skal í tí sambandi hava eina stóra tøkk fyri at hava ávirkað okkum nógv, vísir Arnold á
Á jazz festivalinum í 1987 var Plúmm millum nøvnini, sum vóru á festivalinum. Bólkurin arbeiddi í tríggjar mánaðir rættiliga miðvíst ímóti framførsluni. Limirnir í Plumm skuldu fyri fyrstu ferð smíða egin løg til eina heila konsert, og tað var ein stór avbjóðing hjá bólkinum. Úrslitið varð ein minnirík framførsla hjá Plúmm, sum spældi progresivan rokk á høgum støði
Øll framførslan hjá bólkinum á festivalinum var instrumental. Fólk vóru bergtikin av framførsluni hjá Plúmm, og Arnold fortelur, at fleiri ár aftaná varð framvegis tosað um frálíku framførsluna hjá bólkinum .
Føstufressarnir
Á heysti í 1989 fær Plúmm boð frá Terja Rasmussen. Hann segði seg hava brúk fyri einum bólki at spæla undir til eina útgávu hjá sær. Terji hevði gjørt løg til yrkingarnar hjá Anker Eli Petersen, og hann hevði eina útgávu í kvittanum.
Úrslitið av samstarvinum millum Terja og Plúmm varð aldarinnar fløga í Føroyum. Á útgávuni Terji & Føstufressar, eru frálík løg sum Lívið er okkara gáta, Ljóðmynd, Mamma og Morgunflog. Fløgan hjá Føstufressum er tíðarleys, og hon er framvegis ótrúliga væl umtókt millum føroyingar. Hetta varð ikki minst prógvað, tá føroyingar valdu fløguna til aldarinnar fløgu í Føroyum. Tað er einki at ivast í, at hon er ein varði í føroyskum tónleiki, og verður tað nógv ár framyvir.
Fløgan Terji & Føstufressar er tikin upp í LT-studio á heysti 1989. Fyrstu tvær vikurnar varð vant dúgliga heima hjá Terja, og síðan varð farið beinleiðis í upptøkuhølini. Upptøkurnar tóku tríggjar vikur, so føstufressarnir nýttu ikki meir enn fimm vikur til fløguna, sum seinni varð kosin til aldarinnar fløgu í Føroyum.
Til Íslands
Um tað mundið, tá fløgan hjá Føstufressum kom út, vóru greið tekin í føroyska samfelagnum um, at ein stór búskaparlig kreppa var á veg. Arnold var so óheppin at verða sagdur úr starvi, og hann hugsaði tá um at fara uttanlands á tónleikaskúla.
- Eg og James Olsen høvdu sett okkum fyri at fara á tónleikaraskúla. Ætlanin var at fara á háskúlan í Holstebro, har millum annað Rógvi á Rógvu, Magnus Johannessen, Eyðun Hansen, Eyðun Nolsøe og Kári Jacobsen vóru í 1988. Vit vórðu kortini yvirtalaðir av Siggi Flosa at fara til Íslands.
Leiðin gekk til Reykjavíkar, og á jazzskúlan FíH. Arnold búði í Íslandi frá 1990-1993.
? Eg hevði bara spælt eftir gehør, men á skúlanum í Íslandi lærdi eg nótar og hvussu durar, mollar og skalar hanga saman. Eg fekk eisini kunnleika í musik teori, og lærdi at analysera eitt lag. Grundarlagið fyri tí bókliga innan tónleik fekk eg avgjørt í Íslandi, fortelur hann.
Í Íslandi spældi Arnold við popp bólkinum, Thusund Andlit. Bólkurin var sera virkin, og spældi um alt Ísland. Bólkurin læt eisini eina fløgu úr hondum, og lagið Talsyn, sum Arnold var við til at skriva, lá fleiri vikur ovarliga á íslendska hittlistanum.
Seint í 1992 gjørdi Arnold av, at hann vildi undir víðari lestur. Hann vildi læra meira um tónasmíð, og á sumri 1993 flutti hann til Kanada.
10 ár í Kanada
Í Kanada steðgaði Arnold í heili tíggju ár. Eins og í Íslandi fór størsti parturin av tíðini við tónleiki. Fyrstu tvey árini gekk hann á McGill universitetinum í Montreal, har las jazz tónleik. Hann gavst á universitetinum seint í 1995, og hevði sett sær fyri at flyta til Danmarkar.
Ein samanrenning av, at Arnold hitti konuna hjá sær um tað mundið, og at hann fekk møguleikan at spæla í einum góðum tónleikabólki, hevði við sær, at hann kortini aldrin flutti Danmarkar.
Arnold spældi við bólkunum Lili`s Tiger og Geraldine Hunt & Arnold Ludvig Trio í Kanada. Bólkarnir spældu ávikavist Rhythem and Blues og Jazz tónleik.
Arnold dámdi ómetaliga væl tíðina í Kanada. Honum dámar sera væl fólkið í landinum, sum hann lýsir sum rættiliga avslappað.
- Tey eru rættiliga tilvitað um heimin, og hóast nógv fólkasløg eru í Kanada, so eru eingir trupulleikar av tí. Mær dámar væl, at kanadiubúgvar eru so opnir fyri fólki, og tað sakni eg onkuntíð í Føroyum, men tað skal nokk koma við tíðini, sigur hann
Heimlongsul
Árini uttanlands mugu hava verið góð hjá Arnold, tí ikki fyrr enn á heysti í 2001, kendi hann fyri fyrstu ferð heimlongsul á sær. Meðan hann hevur verið burtur, vitjaði hann ikki ofta í Føroyum, og tað varð torførari og torførari at fylgja við, hvat hendi í Føroyum.
Ein hending, ið skakaði allan heimin, setti eisini djúp spor í Arnold. Atsóknirnar á World Trade Center skelkaðu hann so mikið, at heimlongsulin til Føroyar fór rættiliga at gera um seg. Í 2001 spældi hann á einum skipi, og stutt undan álopinum á Twin Towers, fór hann av skipinum. 9. september fleyg hann úr Logan floghavnini í Boston til Montreal, og bert tveir dagar seinni vórðu tvey flogfør tikin úr somu floghavn til álopið á USA. Eftir ta hendingina, vildi Arnold flyta heim aftur.
- Eg setti meg eitt kvøldið at lurta eftir lagnum, Rósa, hjá Frændum, og teksturin um, at eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er, rakti meg veruliga, og tá vildi eg bara heim aftur til Føroyar. Eg og konan høvdu ofta tosað um at flyta, men tað varð altíð útsett. Nú hava vit so tikið endaligu avgerðina. Konan hjá mær Anna hevur gott mót upp á at flyta her, og henni dámar væl Føroyar. Vit kunnu altíð venda aftur til Kanada, men sum støðan er í løtuni, so havi eg ongan hug at venda aftur, men tað fáa vit at síggja, greiðir Arnold frá
Positivt broyting
Tá prátið fellur inn á spurningin, um føroyskur tónleikur hevur ment seg, síðan hann fór av landinum í 1990, er Arnold skjótur at svara, at tað hendir nógv meira á tónleikapallinum í dag. Hann heldur eisini, at tað tykist sum um, at tað er ein heilt serligur andi yvir føroyska tónleikalívinum í dag. Hann er varin við at úttala seg um støðið, tí hann hevur verið í Føroyum ov stutt.
- Eg havi ikki verið her serliga leingi, men generelt haldi eg, at støðið er hækkað. Tað er eisini gleðiligt, at nógv fleiri tónleikasløg eru at hoyra, sammett við 80 árini. Ein kann í dag hoyra punk, popp, rokk, heavy rokk, fólkatónleik, og ikki minst nógv ymisk sløg av jazzi, og tað er avgjørt positivt, greiðir Arnold Ludvig frá.
Halda á
Eftir, at Arnold flutti heimaftur í summar, er manningin frá Plúmm og Føstufressum nærum savnað aftur fyri fyrstu ferð í mong ár. Terji Rasmussen, Rógvi á Rógvu, Magnus Johannessen og Arnold sjálvur eru byrjaðir at spæla saman aftur, meðan Leivur Thomsen framvegis býr í Danmark, men tá høvi býðst, spælir hann eisini við bólkinum.
Leysatíðindi hava gingið um ein uppfylgara til fløguna hjá Føstufressum, men sambært Arnold, so er einki ítøkiligt í teimum tíðindunum.
Tað er stuttligt at síggja, at hóast limirnir í Plúmm og seinni í Føstfressum ikki eru ungir longur, so síggja teir framvegis út til at hugna sær óført, tá teir eru úti og spæla. Síðan Arnold flutti heim, hevur hann spælt við Terji Rasmussen Band. Millum limirnar í bólkinum hjá Terja teljast fleiri, sum byrjaðu sum tólv-trettan ára gamlir í Playboys afturi í 1980.
- Vit hava verið heldigir við manningini. Tónleikurin hevur framvegis nógv at siga hjá okkum. Eg dugi ikki rættiliga at siga, hvat tað er sum ger, at vit halda á við at spæla tónleik. Persónliga haldi tað er eitt tað kall hjá mær at spæla tónleik. Tónleikurin er mítt, og tað er tað, sum eg tími at gera, sigur Arnold Ludvig at enda.