FÓTBÓLTUR
Málverji:
David Seaman
Eg spældi við Pat Jennings, og hann var fantastiskur, men eg spældi saman við Seaman í nøkur ár samanlagt, og hann fekk alt at tykjast so einfalt. Eg elskaði hansara máta at spæla, og eg haldi tað er eitt kynstur at fáa alt at tykjast so einfalt, tí valdi eg hann. Hann fekk ró og trúgv í bæði Arsenal og Ongland, og tað er týdningarmikið. Hann er tekniskt sera væl fyri, tí hann stóð í mál gjøgnum eina tíð, har bólturin broyttist nógv, og hann megnaði væl at tilvenja seg.
Høgru-bakkur
Viv Anderson
Hann var rættuliga málrættaður, og ein av teimum truplastu og sterkastu spælarunum eg havi spælt við og ímóti. Viv vísti mær hvussu tað er at vera yrkisleikari. Hann hevur tvey heiðursmerki fyri Europa Cup, eg nýtist ikki at siga meira.
Miðverji
Franco Baresi
Baresi var ikki eins sterkur kropsliga, og man kanska trúði at ein miðverji er – hann spældi vanliga sum sweepari – men hann var so góður, at man kundi hyggja eftir honum, hvussu hann avgjørdi skjótleikan á dystinum. Hann dugdi betur at lesa spælið enn nakar verjuleikari, eg nakrantíð havi sæð, og tað er ivaleyst hetta, ið fær hann at skína sum ein av bestu miðverjum nakrantíð. Hansara samlan av heiðursmerkjum er heldur ikki so galin.
Miðverji
Paolo Maldini
Ein fantastiskur spælari, tekniskt sera væl fyri og hevur eina lekra konu! Eg haldi at hann hevur lært nógv av Franco Baresi. Eg elski italsku verjuleikararnir og teirra máta at verja í Sonu-skipan, og Paolo Maldini var sera góður til júst tað. Tá eg var í Arsenal undir George Graham, plagdu vit at hyggja í tímar eftir video-bondum við Maldini.
Vinstru-bakkur
Kenny Sansom
Kenny umboðaði land sítt yvir 80 ferðir, og ikki uttan orsøk. Hann hevði eitt lágt tyngdarpunkt, var sera kvikur á beinunum, og hansara ein-móti-einum verjuspæl var í heimsklassa: Hann skuldi dekka Maradona í HM í 1986! Hann var eisini góður framm eftir vøllinum. Hann var sum ein miðvallari á bakkinum, áðrenn tað komu miðvallarar á vongverjuplássinum. Hann dugdi at spæla.
Høgru-miðvallari
Patrick Vieira
Vieira er ikki bert ein stórur sterkur spælari, hann er ein klókur spælari, og hann megnar eisini sera væl at lesa spælið. Ein fantastiskur ítróttarmaður við óhoyrdari orku. Hann rennur eina øðiliga rúgvu innan 90 minuttir, og er eftir mínum tykki nógv betur enn til dømis Roy Keane. Misskili meg ikki, Roy Keane gjørdi tað gott í United, og spælistílurin kann samanberast, men Patrick er nógvar ferðir betur.
Verjukendur-miðvallari
Dunga
Fyrst og fremst hevur hann spælt rættuliga nógvir HM-dystir. Brazil hevur søguliga altíð hav tein sterkan uppruddara á miðvøllinum, og hann var altíð tuskandi aftur og framm og aftur. Hann kann spæla á øllum plássum- so góður er hann. Hann spældi miðverji tá tað kravdist.
Vinstru-miðvallari
Robert Pires
Heilt einfalt ein av bestu leikarunum eg havi spælt saman við. Hann er líka góður við báðum beinum og rennur skjótari, við bóltinum, enn eg nakrantíð gjørdi, uttan bólt. Hann kann veruliga taga eina verju sundur og er óivað millum mest undirmettu leikarar í Premier League hevur sæð. Hann hevur vunnið bæði HM og EM, og tað sigur ikki so lítið.
Áloypandi-miðvallari
Dennis Bergkamp
Eg vil ikki bert hava ein spælara, ið kann skjóta 150 mál, eg vil eisini hava ein spælara, ið kann leggja upp til 150 mál, og tað fær man við Dennis – Hann var sjálvskrivaður á hesum liðnum – Ein óhugnaliga evnaríkur spælari – klókur, altíð í flyting á vøllinum, og fantastiskar avleveringar. Hann opnar veruliga hurðar.
Áleypari
Thierry Henry
Eg verði altíð spurdur av Arsenal viðhaldsfólki, um eg haldi at Thierry er besti Arsenal leikarin nakrantíð. Tað er ógjørligt at svara, men hann er besti spælarin á planetini í dag. Hann hevur so leikandi lætt við at súsa, ella dribbla framvið verjuleikarum, at tað er nærum óhoyrt.
Áleypari
Marco Van Basten
Hann er tann skjótasti áleyparin, ið er yvir 1,90 metur, ið eg nakrantíð havi sæð! Heilt einfalt, fantastiskur. Hann var líka skjótur sum Ian Wright, líka sterkur í luftini sum Joe Jordan, og dugdi betur at halda bóltinum hjá sær enn Alan Shearer. Eg seti hann frammanfyri Maradona. Tekniskt var Maradona ótrúligur, og hann hevði kvikar føtur, men Van Basten hevði eginleikarnir at stúta og flukta við skjótleika og styrki.
Á beinkinum
Ruud Gullit
Hægri enn eg og Van Basten og valdi mær summir trupuleikar. Hann kemur úr dýbdini og kann spæla allastaðni. Hann er serstakliga sterkur.
Marcel Desdailly
Eg haldi at hann var betur á miðvøllinum í Milan – Hann var sum Patrick Vieira – men hann vann HM meðan hann spældi sum miðverji. Slíkt fjølbroytni er veldugt fyri hetta liðið.
Venjari:
Einfalt – ongin. Arsene Wenger segði altíð, at loyndarmálið at gerast ein góður venjari, er at hava góðir spælarir, og teir hava vit her.