Ígjár fylti Klaksvíkar Ítróttarfelag 110 ár. Formaðurin, Tummas Lervig ásannar, at tey seinastu 40 árini hava ikki verið eins góð, og tey fyrstu 70 árini, tá um harrasíðuna ræður. Men tað grør um gangandi fót í KÍ. Kvinnurnar gera vørr omaná vørr, og tey yngru liðini standa seg væl. So í tí stóra og heila hevur 110 ára gamla føðingardagsbarnið tað gott.
KÍ fer ikki at gera so ræðuliga nógv burturúr 110 ára degnum í ár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Tummas Lervig fyrr í dag.