1100 heimahjálparatímar mangla um vikuna í Føroyum, og tá er reingerðingin ikki við

Sirið Stenberg limur í Trivnaðarnevndini
-----

Tey seinastu árini havi eg mangar ferðir í almenna kjakinum víst á hvussu alneyðugt tað er at saðla um á eldraøkinum. Havi roynt at víst á hvussu neyðugt tað er at arbeiða fyribyrgjandi og at hava ein miðvísan eldrapolitik, sum gevur okkara borgarum møguleika til at vera longst møguligt búgvandi í egnum heimi.
Samsvarandi málunum hjá WHO arbeiða fleiri av londunum rundanum okkum miðvíst við at skipa fyri góðum fyribyrgjandi heilsu og røktartænastum sum skulu gera tað liviligari hjá fólki sum eru komin upp í árini. Somuleiðis vera sosialar skipanir tillagaðar tørvin hjá tí einstaka
Tær grundleggjandi tænastur sum skulu vera tilstaðar fyri at fólk kunnu búgva longst møguligt í egnum bústaði eru t.d nøktandi heimahjálp, endurvenjing, dagtilboð, eldraíbúðir, mattænastur, reingerðing, fyribyrgjandi heimavitjanir o.s.fr. Í teimum førum hetta ikki ber til vegna heilsustøðu, skal røktarheims ella sambylispláss sjálvsagt vera tøkt. Fyri hvørja tænastu sum verður skerd í grundleggjandi tænastunum verður tørvurin á røktarheims og sambýlisplássum størri.
Í Føroyum hava vit seinastu árini raðfest at byggja út á røktarheimøkinum, og hevur hetta eisini í ávísan mun verið neyðugt. Tìverri hava vit samstundis niðurraðfesta allar fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastu. Hetta viðførir so enn størri tørv á stóvnsplássum.
Nærverkið kann í dag vísa á at tað mangla 1100 tímar til heimahjálp um vikuna í Føroyum, og tá er reingerðingin ikki íroknað.
Tað er als ikki nøktandi at so stórur partur av okkara heimabúgvnadi eldru ikki fáa nøktandi tænastu. Tí mælir trivnaðarnevndin til at fáa bøtt um hetta við at seta fleiri heimahjálparatímar inn
Vónandi verður áheitanin hjá Trivnaðarnevndini gingin á møti.