1100 ukrainskir hermenn fáa venjing í ES

Ætlanin, sum nú er í gongd í ES við venjingum av ukrainskum herfólki, hevur sum mál at venja uppí 15.000 ukrainsk herfólk.

ES hevur higartil vant 1100 ukrainskar hermenn í samband við eina upplæringarætlan, sum byrjaði fyri tveimum vikum síðan.

 

Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, kom við hesum upplýsingum í samband við, at hann fríggjadagin vitjaði eina venjingarlegu í  Brzeg í Póllandi.

 

Hann lýsir venjingarleguna sum eitt prógv um, at Evropa vil stuðla Ukraina, meðan landið verjir seg móti russiskari herseting og álopum.

 

Samtykt varð hin 14. november at bjóða ukrainskum herfólki hesa venjingarlegu, og sambært tíðindastovuni NTB byrjaði legan longu dagin eftir.

 

Fleiri ES-lond hava longu veitt ukrainskum herfólki møguleikan at fáa venjingar, soleðis at landið kann standa seg ímóti russiska álopskrígnum.

 

Ætlanin, sum nú er í gongd í ES við venjingum av ukrainskum herfólki, hevur sum mál at venja uppí 15.000 herfólk, og tað er ES, sum rindar fyri venjingarnar.