110.000 krónur í tveir dagar við jollu

- Kongakrabbin er tað reina gull fyri fiskimannin her í Finnmørkini, sigur Sakaris Zachariasen.

 

Seint í summar keypti Sakaris Zachariasen sær eina lítla jollu í Kjøllefjord í Noregi.

 

- Eg havi putlast við at gera jolluna klára til fiskiskap. Hugurin hevur verið so sum so, men langt um leingi varð so Sobia flotað fyri 14 døgum síðani.

 

Á sínari facebook-síðu skrivar Sakaris í morgun, at hann søkti myndugleikarnar um at fáa eina kongakrabbakvotu til jolluna.

 

- Fyri einari viku síðan fekk eg játtað kvotu, tó at hon bert var hálv fyri árið í ár.

 

Sakaris vísir á, at tíðin var knøpp, og veðurstovur spáddu illveður, men hann tók kjansin og legði til brots.

 

- Eg lánti mær nakrar rúsur, og eftir tveimum døgum var kvotan á 1200 kilo uppfiskað, og tá tørnaði illveðrið fyri.

 

Hann sigur, at teir fyri hesar báðar dagarnar á veiði eftir kongakrabba seldu teir fyri slakar 110.000 krónur.

 

- Hetta má sigast at vera okey hjá einum hálvgomlum dreingi. Men, eg skal leggja aftrat, at hetta kemur á eitt turt stað, tí fiskiskapurin eftir hýsu hevur verið sera vánaligur í vetur.

 

Við In.fo í morgun sigur Sakaris Zachariasen, at slíkt er vanligt hjá útróðrarmonnum í Finnmørkini, har kongakrabbin er tað reina gull, sum hann tekur til.