1108 roknskapir mangla

Tað restaðu 1108 roknskapir í, tá freistin at lata ársroknskapin inn til Skráseting Føroya var úti tann 1. juli

Roknskapir

Rógvi Nybo

[email protected]


Klokkan gongur nú av álvara hjá teimum, sum enn mangla at lata ársroknskapin inn til Skráseting Føroya.

Tá freistin var úti 1. Juli restaðu heilir 1108 roknskapir í, upplýsir Skráseting Føroya, og er hetta ein vøkstur á góð 5 prosent samanborið við í fjør, tá talið var 1046.

Í dag manglaðu 949 feløg enn at lata ársroknskapin inn, og koma hvønn dag fleiri roknskapir. Men tað eru ikki øll, ið fáa roknskapin inn áðrenn evstamark, og í ár er freistin styttri, enn hon hevur verið.

- Onnur ár hevur tað verið soleiðis, at fyrst er ein rykkjari sendur út, sum varir fýra vikur, og um roknskapurin ikki er komin inn tá, varð ein annar rykkjari sendur út, sum vardi í 14 dagar. Var roknskapurin tá ikki komin inn, varð felagið sent Skiftirættinum til tvingsilsavtøku, greiðir Kristina Ottosdóttir av Skráseting Føroya frá.


Styttri freist í ár

Soleiðis er tó ikki í ár. Í ár er freistin styttri, og verður bert tann eini rykkjarin sendur út, sum er galdandi í fýra vikur.

- Er roknskapurin tá ikki komin inn, verður felagið sent Skiftirættinum uttan aðra ávaring, greiðir Kristina Ottosdóttir frá.


Borðið fangar

Er felagið fyrst sent Skiftirættinum, ber tó til at fáa tað út aftur, um ein kann vísa á ein góðkendan roknskap innan rímiliga tíð. Tó fangar borðið, og hevur felagið fyrst verið í Skiftirættinum, ber ikki til at fáa tað út aftur, um tað endar sama stað aftur innan fimm ár.

Í fjør vórðu 43 feløg send Skiftirættinum til tvingsilsavtøku, og í ár vænta tey at talið verður nakað størri.