Norskir miðlar hava um midnáttarleitið í kvøld kunngjørt nýggjastu covid-19 smittutølini í Noregi fyri seinasta samdøgur.
Miðlarnir skriva, at samlaða talið av staðfestum smittaðum er 112. Tað er 79 tilburðir færri enn miðaltalið fyri seinastu sjey dagarnar, sum er 191.
Samstundis er talið 112 eisini 20 færri enn smittutalið seinasta leygardag, sum var 132.
Hóast tølini í Noregi sum heild eru góð, og sonevnda smittukurvan er "fløt", so er smittan kortini veksandi í 23 kommunum.
Í løtuni eru 29 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við covid-19 og samlaða talið av deyðum, síðan farsóttin tók seg upp, er 774.