Hvat gjørdi Dánjal á Hvonn Live at byrja við
Tað byrjaði við, at Rás2 bjóðaði trimum luttakarum úr Fólksins Rødd til Hvonn Live. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, tí Rás2 kann bjóða hvørjum tey vilja í sínar sendingar. Sendingin byrjar meðan eg siti heima við vinfólki. Sum sendingin frálíður blívi eg meir og meir keddur um, at tað ikki var ein mótvekt í sendingini, hetta tí eg helt ein ávísan bólk í landinum verða órættvíst umtalaðan av einum luttakara í sendingini. Eg taki meg saman at fara oman at tosa við redaktørin av sendingini og siga honum mína hugsan til síðani at koma heimaftur til gestirnar. Eg kundi havt bíðað inntil dagin eftir, men valdi at fara oman og avgreiða tað við kassa 1.
Eg setti meg í bilin og fór oman á Hvonn, har eg einsæris vildi hitta redaktørin fyri sendingin. Orsøkin var, at eg gjarna hevði viljað vart nøkur av teimum ákærum, sum heglaðu yvir summi gudstrúgvandi í landinum. Eg havi verið virkin innan kjak í Danmark og Onglandi, og tí hevur tað mín stóra áhuga at verja tey kristnu sjónarmiðini. Eg vildi ikki fara oman at broyta upp á ta áður tilrættisløgdu Hvonn Live sendingina, tí fór eg ikki inn frammanfyri, har sjálv sendingin og áhoyrarar vóru. Men backstage møtti eg bæði luttakararnar úr Fólksins Rødd og Rás2. Niðri á Hvonn hoyri eg so, at eg var tann einasti sum ikki varð boðin við (hetta er tann veruligi sannleikin og ikki nakað eg fann uppá á staðnum). Og tað er líkamikið hvørjum eg hoyrdi tað frá, eg vil, at speirekingin skal enda her og eg má taka ábyrgd fyri mínum egnu útsøgnum.
Tað merkti so, at út av fimm høvuðspersónum úr Fólksins Rødd var eg tann einasti sum ikki varð boðin við. Hetta ger ilt verri og í tí løtuni kenni eg meg sjálvan órættvíst viðfarnan. Og táið eg so byrji at tosa við redaktørin, byrjar kameramaðurin hjá KVF at taka uppá. Tað sum hareftir hendi síggja fólk upp á 114 sekund í Fólksins Rødd fylgjandi hóskvøld. Eg komi við nøkrum ákærum móti Rás2, sum seinni vístu seg ikki at vera rættar. Eg sigi, at eg var tann einasti, sum var útihýstur úr sendingini, og at luttakararnir vóru bidnir at úttala seg um Gud og religión. Eg segði, at Rás2 tísskil ikki hevði líka breiða viftu í Hvonn Live sendingini sum KVF hevur havt í Fólksins Rødd. Hetta var ikki satt, og tí má eg taka fulla ábyrgd av hesum, sum eg segði. Eg skyldi tí Eyðun Klakkstein, Johnhard Hammer og Rás2 eina umbering.
Eftir hendingina í Hvonn ringdi eg til Katrin Kallsberg fyri síðani at finna útav, at tað sum eg fekk at vita niðri á Hvonn leygarkvøldið og sum eg segði við KVF ikki var satt. Katrin varð aldrin boðin við til sendingina. Nú bleiv bílætið heilt øðrvísi. Týsdagin fór við KVF vestur til Sandavágs at taka seinasta part av Fólksins Rødd upp, og eg vónaði, at teir ikki vístu brotið av mær á Hvonn hóskvøldið. Eg sat við krimpaðum tærnum hóskvøldið, bíðaði í spenningi og mín sann um sendingin ikki skuldi enda við mær og mínum útsøgnum í Hvonn.
Vágaportalurin ringdi beint eftir sendingina og spurdi meg um sendingina. Eg segði honum sum var, at eg hevði misskilt tað, men tá segði hann mær, at hann hevði lagt tíðindini út á heimasíðuna áðrenn hann ringdi “tí hann visti ikki betur”.
Og táið kjakið á vagaportal.fo tók seg upp og stjórin á Rás2 skrivaði eina grein á sama portali, so mátti eg gera vart við meg um mínar feilútsøgnir.
At enda skal eg siga, at mær dámar væl Rás2 eg ynski ikki at føra nakað ringt ljós omanyvir Rás2. Men tað gjørdi eg við mínum útsøgnum og tað vil eg gjarna rætta uppá. Eg reageraði útfrá míni bestu sannføring men var hon skeiv. Tí vóni eg at Rás2 kann bera yvir við mær.