Mikumorgunin hin 10. mai fór eitt ferðalag á 119 fólk úr Føroyum við kós móti Leipzig í Týsklandi. Hetta vóru fólk, sum ynsktu at gera eina ferð, har tey fingu høvi at ganga í fótasporum Luthers.
Orsøkin til ferðina er, at tað í oktober í ár verða liðin 500 ár, síðan Luther byrjaði reformatiónina, nevniliga hin 31. oktober í 1517. Í Føroyum plaga vit at siga, at skifti frá katólskari til lutherska trúgv - trúbótin - fór fram í umleið 1540.
Ein sløk helvt av teimum, sum vóru við á ferðini til Týsklands, komu úr Eysturoy, og annars vóru fólk kring um landið við á ferðini.
- Vit fingu eina áheitan frá próvsti um at leggja høvdini í blot og finna upp á okkurt, nú hesin stóri merkisdagur er so nær. Fólk høvdu høvi at tekna seg til ferðina, og eg haldi, nú ferðin er at enda komin, at hon eydnaðist væl.
Ovi Brim, prestur, sum saman við Simuni Hammer, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen og Odvør Harryson líka sum vóru fyriskiparar av ferðini, sigur, at tað var áhugavert at ganga í umhvørvinum, har allir teir, Luther, Melanchton, Bugenhagen og Cranach, virkaðu.
- Ikki minst áhugavert var at hoyra um røsku, vælskipaðu og arbeiðssomu konu Luthers, Katharinu von Bora, sum var manni sínum ein ógvuliga dyggur stuðul í øllum hansara arbeiði.
Ovi Brim heldur fyri, at tað at læra sín uppruna at kenna, ikki minst er at læra seg sjálvan betri at kenna. Hann vísir á, at reformatorarnir peikaðu á Jesus Kristus sum heimsins frelsara og høvdu bíbliuna sum avgerandi myndugleika í lívi og læru.
- Millum mongu upplivilsini á ferðini var hugvekjandi at síggja arbeiðsrúmið hjá Luther í Wartburg, har hann eitt nú týddi Nýggja Testamentið til týskt - týska fólkinum og mongum øðrum til signingar og frelsu, sigur Ovi Brim.
Sunnudagin 14. mai endaði føroyska ferðalagið í Mariukirkjuni í Wittenberg við føroyskari gudstænastu klokkan 17, har Ovi Brim prædikaði. Hetta var sóknarkirkjan hjá Luther, og her hevði hann helst fleiri enn 2000 prædikur.
Heri Tróndheim og Una Hansen vóru deknar við gudstænastuna, og organistar vóru Símun Hammer, Max Højgaard og Suni Hansen.
Ovi Brim heldur fyri, at um vit skulu hava eitt satt trúbótarhátíðarhald til heystar, so eiga vit ikki at peika á Luther, men á hin krossfesta og upprisna Jesus Kristus.
- Hetta undirstrikar altartalvan í Mariukirkjuni, har oman fyri talvuna stendur skrivað: “Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus, sigur Ovi Brim, prestur.