12.487 krónur fyri brúnna um Sandá

Brúgvin um Sandá hevur tænt fyri seg. Bæði høgur og lágur hevur nýtt hesa farbreyt millum vesturbygdirnar í Suðurstreymi og Havnina. Í 1926 var hon spádd at halda til ævigar tíðir ? men nú hon rakk sínum lívskvøldi, fekk hon frið

Fyrr í vetur varð bærilig farbreyt tikin í nýtslu gjøgnum Havnardal, tvørtur um Sandá til vesturbygdirnar. Hóast gamla farleiðin tykist neyðarslig í mun til nýggja og breiða vegin, so hevur gamla farleiðin til Kirkjubíggjar tænt fyri seg í næstan áttati ár.
Tað var tann 25. apríl í 1925 ? dagurin, ið seinni varð til flaggdagin ? at Dimmalætting kunngjørdi úrslitið av lisitatiónini um at gera brúnna um Sandá. Fimm tilboð komu inn, og tað lægsta átti Vilhelm Samuelsen í Havn, sum seinni fekk sær navnið Tórsheim. Hann beyð sær til at gera arbeiðið fyri 12.487 kr.
Hinir fýra, ið buðu upp á arbeiðið, vóru Johannes Simonsen, 24.300 kr, Óli Arge, 21.982 kr, Chr. Jensen í Kvívík, 16.850 kr og Jacob Christiansen, 14.840 kr.
Tíðliga hetta árið ? í 1925 ? verður loyvi givið til at koyra torv eftir tí, ið liðugt er av vegnum úr Havn til Kirkjubøar. Hetta er áðrenn brúgvin er gjørd, so koyrt hevur verið um ánna, um hetta hevur verið neyðugt.
Tingakrossur skrivar í februar 1926, at nú er koyrandi úr Havn til Velbastaðar og Kirkjubøar.
»Sunnudagin koyrdu heilir tveir bilar fullir av fólki fyri fyrstu ferð úr Havn til Kirkjubøar. Tað gekst heldur vánaliga, í støðum var vegurin so bleytur, at fólkið mátti fara av vagnunum og draga teir eftir sær?«
Greinskrivarin heldur fyri, at tað verður bert í terraveðri um summarið og í frosti, at hesir vegir verða nýtandi til koyrslu.
Í einum seinni blað hetta várið verður kortini skrivað, at vegurin ikki er so galin kortini, at hann er steinsettur og ein tann besti í Føroyum.
Fyrsta árið var kortini okkurt galið við brúnni, tí í juli í 1926 verður brúgvin um Sandá stongd, og sambært lýsing frá VBV í oktober er brúgvin opin aftur. Tá skrivar Tingakrossur um bilaferðsluna millum Havnina og Velbastað og Kirkjubø ? »ið so leingi hevur verið forðað av hesi vanlukku brúgv, er um síðir aftur komin í rættlag«
Og so verður lagt afturat: »Brúgvin sigst nú at skula halda til ævigar tíðir«.