12. maður til dystin fús

Sum vanligt upp undir landsdystir verður 12. maður sjónligur í Gundadali leygardagin Leygardagin verður eitt stórt tjald sett upp á parkeringsøkinum við Tórsvøll. Har fer 12. maður at halda til frá kl. 14 dystardagin.

Inni í tjaldinum fer at verða ymisk tiltøk, so sum undirhald, sølubøuð, andlitsmálig og annars slíkt, ið er vanligt upp undir landsdystir. Dagurin er langur, so møguleiki verður eisini at keypa okkurt etandi og drekkandi í tjaldinum.

Til tess at fáa »stemningin« í topp frá byrjan av, fer útvarpið at runga í tjaldinum, eins og ein stórskíggi verður settur upp, sum fer at vísa dystin um kvøldið. Men gjøgnum dagin verður hitað upp við at sýna eitt nú gamlar dystir og annað viðkomandi.

Hjá teimum, ið enn ikki hava ognað sær atgongumerki til dystin fer at bera til at keypa eitt við Tórsvøll. Har fer FSF at selja ikki-seld atgongumerki frá kl. 16 dystardagin.

- Hetta verður eitt serligt høvi. Tað eru liðin so at siga snøgg tíggju ár síðani, at felagið 12. maður varð sett á stovn. Hetta hendi á stovnandi aðalfundi hin 29. mai 1997, so tað er ógvuliga passandi, at vit fáa heimsmeistararnar á vitjan júst nú, sigur Regin Egholm, sum hevur verið limur í nevndini, eisini sum formaður, øll tey fyrstu árini.