1,2 millión til Strandferðsluna

Landsstýrið biður løgtingið um 1,2 milliónir krónur í kjalarvørrinum á óhappinum við Teistanum

Landsstýrið biður løgtingið um 1,2 milliónir krónur í kjalarvørrinum á óhappinum við Teistanum.

 

Teistin rendi á grótkastið í Hesti skírisdag, og skrúvurnar fingu stóran skaða. Framvegis er ógreitt, nær skipið kemur aftur í sigling.

 

Sjálvsábyrgdini í samband við óhapp av slíkum slag er 500.000 krónur, og harumframt skal Strandferðslan leiga avloysaraskip. Tí biður landsstýrið í dag løgtingið um at játta 1,2 milliónir krónur afturat til Strandferðsluna. Tað verður gjørt, hóast landsstýrið og Strandferðslan enn ikki kenna endaliga leigukostnaðin fyri avloysaraskip.

 

Útreiðslurnar til leiguskip verða leystliga mettar til millum 560.000 krónur og tvær milliónir. Fyribils biður landsstýrið um 700.000 krónur at leiga avloysaraskip fyri, umframt at biðið verður um 500.000 krónur til at rinda sjálvsábyrgdina.

 

Sambært landsstýrinum verður endaligi leigukostnaðurin fyri avloysaraskip kendur í næstu viku.

 

Les eisini: Teistin siglir ikki í tveir mánaðir

 

Higartil hevur óhappið hjá Teistanum havt við sær fleiri broytingar á farleiðunum hjá Strandferðsluni, sum roynir at fáa kabalina at ganga upp við at flyta skip millum ymsu farleiðirnar.