Nú um dagarnar vóru eftirlitsfólk hjá íslendska skattavaldinum og kannaðu, um arbeiðsfólk vóru skrásett, sum tey eiga. Kanningin umfataði 6.176 fólk á 2.136 arbeiðsplássum, og tað vísti seg, at 737 fólk ella 12 prosent vóru ikki skrásett og arbeiddu tí svart.
Kanningin avdúkaði eisini, at á meiri enn øðrum hvørjum arbeiðsplássi hevði leiðslan ikki hildið reglurnar um skráseting, og tey fingu tí eina eyka leiðbeining frá skattavaldinum.
Jóhann G. Ásgrímsson, sum stóð fyri átakinum hjá skattavaldinum, segði við Morgunblaðið, at tað almenna missir meiri enn 10 milliardir íslendskar krónur um árið í skatti og øðrum gjøldum orsakað av svørtum arbeiði.