12 punkt skulu tryggja 4 ár aftrat

Millum 30 og 40 fólk vóru møtt í bygninginum hjá Javnaðarflokkinum, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, í dag legði fram valskránna hjá stjórnarflokkinum.

Og tað var ein løgmaður, ið er væl fyrireikaður til valstríðið fyri framman, ið bjóðaði fjølmiðlunum og sínum egnum valevnum vælkomin í morgun.

Tað eru longu meira enn eina vika liðin síðan flokkurin kunngjørdi tey 28 valevnini, ið skulu tryggja flokkinum fýra ár aftrat í Tinganesi og í dag bleiv so valskráin løgd fram.

Undir slagorðinum Ja til Javnaðarflokkin legði flokkurin fram ein listan við 12 punktum, ið lýsa tað leið, ið flokkurin ynskir at leiða samfelagið tey næstu árini.

Og tað er ein leið, sum í stóran mun er eitt framhald av tí politikkinum, ið Javnaðarflokkurin hevur staðið á odda fyri tey seinastu fýra árini.

Tey 12 punktini, ið flokkurin fer upp á val við eru, og sum meira verður gjørt burturúr á in.fo og FM1 í dag og í Sosialinum mánadagin eru:

- Ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk
- Álítandi almanna- og heilsuverk
- Bústaðarmøguleikar til øll
- Styttri arbeiðsviku
- Heimsins besta barnaland
- Skattaminking til pensjonistar og láglønt
- Umhvørvisátøk sum muna
- Vitan og hollar hendur
- Samband við umheimin
- Vinnu fyri alt fólkið
- Alt landið
- Betri karmar til mentan og list