12 vilja verða stjóri

12 fólk vilja verða stjóri á landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri sjúkrahúsverkið. Tað er greitt eftir at umsóknarfreistin var úti á miðnátt í gjár.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið sigur, at talan er bæði um kvinnur og menn, ið hava søkt.

 

Farið verður undir setanartilgongdina í næstum.

 

Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er fyribils settur stjóri á Landssjúkrahúsinum eftir at Johnny í Grótinum fór niðan í Kringvarp Føroya. Hann sat sum stjóri á sjúkrahúsinum í tvey ár.