Frá sunnudegnum 15. juli til sunnudagin 22. juli verður skótadepilin á Selatrað karmur um eina altjóða skótalegu - Euro-Mini-Jam 2018 - fyri smátjóðir.
Luttakararnir eru skótar millum 13 og 16 ár, og tey koma úr londum sum Íslandi, Monaco, Lichtenstein og so sjálvandi eisini úr Føroyum.
Tilsamans verða 90 luttakarar á leguni, og saman við leiðarum og hjálparfólki verða umleið 120 fólk á skótadeplinum hesar dagarnar.
Evnið á leguni er seyður, og luttakararnir sleppa at royna ymiskt sum hevur við seyðahald at gera.
- Skótarnir koma annars at ferðast runt ymsastaðni í Føroyum hesar dagarnar, meðan skótadepilin á Selatrað verður tilhaldstaður, vita tey í Sjóvar kommunu at siga.