120 dollarar er markið

Oljuprísurin hækkar í hvørjum, og nú ávarar týski bankin Deutche Bank um, at fer prísurin upp um 120 dollarar fyri tunnuna, fer tað at fáa álvarssamar avleiðingar fyri heimsbúskapin, soleiðis at vøksturin verður minni enn mett.

Í morgun kom prísurin á Brentolju úr Norðsjónum upp í 119 dollarar á marknaðinum í London.

Oljan er nú dýrari, enn tá fíggjarkreppan av álvara fór at gera um seg í september í 2008, og serfrøðingar vænta, at prísurin fer at hækka uppaftur meiri. Orsøkin er fyrst og fremst ófriðurin í Libya, sum higartil hevur havt við sær, at libyska oljuframleiðslan er minkað 25 prosent.