120 fólk dripin og særd í Afghanistan

Tað er deildin hjá IS í Afghanistan, sum hevur tikið ábyrgdina av bumbuatsóknum í Kabul seinastu dagarnar.

Kabul er høvuðsstaðurin í Afghanistan, og her búgva umleið 4,5 miljónir fólk.

Sambært ST eru fleiri enn 120 fólk dripin og særd í álopum í Afghanistan seinastu dagarnar.

 

Skrivstovan hjá felagsskapinum í landinum heitir á makthavararnar í Taliban um at syrgja fyri at verja minnilutabólkar í landinum.

 

Tað er deildin hjá IS í Afghanistan, sum hevur tikið ábyrgdina av bumbuatsóknunum í Kabul seinastu dagarnar, og hesi álop eru vend móti sjiamuslimum í býnum. 

 

Aftur í dag eru fráboðanir um álop í Kabul - triðja dagin á rað - men sambært útlendskum miðlum eru hesar fráboðanir higartil ikki váttaðar av óheftum keldum.

 

Tíðindastovan NTB veit frá Kabul News at siga, at álop eitt nú varð framt á ein buss í Chindawol, sum er eitt grannalag í vestara parti av Kabul, har serliga sjiamuslimar búgva.

 

 

 

 

 

Kabul er høvuðsstaðurin í Afghanistan, og her búgva umleið 4,5 miljónir fólk.