120 fólk til matarkvøld í Vági

- Matarkvøldið, sum ikki hevur verið roynt í Vági áður, eydnaðist til fulnar, siga tey í Vágs kommunu.

 

Seinasta hóskvøld skipaði Vágs kommuna saman við Frelsunaherinum fyri sonevndum matarkvøldi í Vági.

 

- Ætlanin við kvøldinum var at savna fólk og taka sær stundir saman sum familja og sum einstaklingar at hittast saman við øðrum.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at hesa tíðina av árinum er nógv á skránni. Fólk stákast til jóla; onkur hevur børn sum venja, og onkur situr kanska einsamallur.

 

- Matarkvøldið, sum ikki hevur verið roynt í Vági áður, eydnaðist til fulnar, siga tey í Vágs kommunu, har tey frammanundan ikki vistu, hvussu mong fóru at koma.

 

Í kommununi vísa tey á, at skjótt sást á tilmeldingini, at fólk tóku undir við kvøldinum, sum byrjaði klokkan 17 seinasta hóskvøld og vardi til klokkan 20. 

 

- Summi komu og fingu sær at eta, meðan onnur ótu og annars brúktu tíðina til prát. Tá avtornaði, høvdu umleið 120 fólk verið til matarkvøldið.

 

Á kvøldinum var eisini høvi at smyrja børnunum matpakkar til dagin eftir. 

 

- Frelsunarherurin stóð fyri at samla træðrirnar, og har stóð ikki á at fáa fólk at hjálpa, eitt nú við at gera matin kláran, vaska og rudda upp eftir tiltakið.

 

Nakað av mati leyp av, og avlopið varð latið eldrasambýlinum og ellisheiminum Hamragarði í Vági.

 

Bjarni Johansen, borgarstjóri, takkar Frelsunarherinum og teimum nógvu sjálvbodnu, sum gjørdu kvøldið so gott. 

 

- Eg vil eisini takka øllum, sum møttu upp til hetta hugnaliga kvøld, sigur borgarstjórin, sum væntar, at eitt slíkt tiltak fer at verða endurtikið í Vági.