120 næmingar sendir heim vegna lekar

Næmingarnir í 7.-9. flokki í Fuglafjarðar skúla eru sendir til hús í dag og í morgin, tí at tað eru so nógvir lekar í skúlanum. Lekarnir stava frá arbeiðnum at byggja tekjurnar saman, har tekjan á nýggja skúlanum møtir tekjuni á tí gamla skúlanum

 

– Vit harmast um støðuna, sum hon er í løtuni, men vit síggja fram til, at vit ístaðin fáa ein góðan skúla í framtíðini, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Tað hevur dryppa eitt sindur síðstu dagarnar, men tá ið starvsfólk og næmingar komu í skúla í morgun, var munandi verri enn tað hevur verið, og skúlastjórin tók støðuna at avlýsa alla undirvísingina hjá sjeyndu, áttindu og níggjundu flokkunum í skúlanum – tilsamans umleið 120 næmingum.

– Tað er í flokshølunum hjá hesum næmingunum, at tað lekur so illa. Sjeyndu og níggjundu flokkarnir fóru til hús beinanvegin í morgun, meðan áttindu flokkarnir høvdu valfak fyrsta tíman og vóru tá í øðrum hølum. Men tá ið teir tímarnir vóru lidnir, fóru tey til hús, sigur Ólavur Thomsen.

##med2##
Stór skúlaútbygging hevur verið í gongd í Fuglafirði í longri tíð. Síðani summarferiuna hevur dryppað eitt lítið sindur, men tað er nú, tá ið tekjan á nýggja bygninginum skal møta tí gamla, at stórir trupulleikar eru við leka.

Í gjár kunnaði Fuglafjarðar kommuna foreldrunum, næmingum og starvsfólki um støðuna. Í kunningini stóð millum annað:

”Samanbyggingin av tekjunum skuldi eftir ætlan verið liðug, tá skúlin byrjaði aftur eftir heystfrítíðina, men tíverri varð arbeiðið darvað av veðrinum.
Enn er nakað eftir av samanbyggingini, sum helst verður liðug ein av fyrstu komandi døgunum, alt eftir hvussu veðrið háttar seg.
Eftir hetta verða avbjóðingarnar við lekum munandi minni. Hetta skal skiljast við fyrivarni, og at onkur smávegis leki kann koma fyri, inntil tað lidna takið liggur á.”

– Vit mugu tíverri staðfesta, at veðrið ikki hevur spælt við, nú teir byrjaðu at binda tekjurnar saman mánadagin. Tað hevur regnað illa. Vit hava merkt nakað til tað alla vikuna, men nú var so galið, at tað ikki ber til at undirvísa. Tá ið teir vera lidnir við tekjuna, verður støðan betri, sigur Ólavur Thomsen.

Enn veit hann ikki, hvussu leingi tað tekur, til tað er tætt aftur.

– Um tað ikki er komið upp á pláss mánadagin, so mugu vit møguliga finna onnur fyribils høli til undirvísingina, sigur Ólavur Thomsen.

##med3##

Kommunan skrivaði eisini í kunningini:

”Tað mesta hevur riggað væl og fylgja vit tíðarætlanini fyri skúlabyggingina. Arbeiðsfólkið kýtir seg dagliga at fáa bygningin lidnan til tíðina, sum longu er um eitt ár. Vit kunnu nevna, at hiti og fýrrúmið var liðugt til tíðina. Innilokingin gongur eisini eftir ætlan, og er hiti á øllum bygningunum um miðjan november í ár. Byggileiðsla, skúlaleiðsla og kommunan eru í tøttum samstarvi at loysa tær avbjóðingar, ið koma fyri og riggar samstarvið væl.”