Internetsíðan hjá Føroya Løgtingi er eftir hondini blivið eitt umfatandi skjalasavn, og í gjár varð ein nýggjur varði lagaður á síðuni.
Løgtingstíðindi ígjøgnum hundrað og tjúgu ár eru nú tilgeingilig á internetsíðuni. Løgtingstíðindi eru ársfrágreiðingar um virki á tingi, ið eru givnar út síðan 1880.
Hetta skjalatilfar fyllir nógvar hillametrar, tí tilsamans er talan um einari 65.000 síður av løgtingstíðindum.
Ein deild á norska tjóðbókasavninum hevur staðið fyri at scanna tær nógvu síðurnar inn á teldu, og føroyska fyritøkan VIT hevur greitt tilfarið til internetsíður.
Samanlagt hevur tað kostað løgtinginum einar 250.000 krónur at gera Løgtingstíðindi um til internetsíður, so øll nú hava møguleika at síggja hendan partin av føroyssøgu uttan at leita tað fram millum tey fáu prentaðu eintøkini, ið finnast.
Arbeitt verður í løtuni við at fáa allar lógir og kunngerðir á netið, so ikki kann sigast annað, enn at tá tað ræður um at nýta internetið til at kunna um virksemi sítt, er poltiska valdið í Føroyum frammaliga.
Løgtingstíðindi finnast á heimasíðuni hjá Føroya Løgtingi. Adressan er: www.logting.fola inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til.
Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen.
15. Kurt Mørkøre
Sogndal
30/2
Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroyska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við.
Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum annað tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum.
12. Henning Jarnskor
GÍ
35/2
Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan.
Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum.
18. Rógvi Jacobsen
KÍ
6/0
Kom á vøllin fyri John Petersen seinastu 10 minuttirnar. Kom í einstøkum førum væl við í føroyska uppspælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál