121 milliónir børn fáa onga skúlagongd

Meiri enn 65 milliónir gentur um allan heimin fáa onga skúlagongd, og teirra framtíðarútlit eru døpur. Tær fara helst at doyggja í barsilssong ella at liva í stórum fátækradømi

121 milliónir børn um allan heimin ganga als ikki í skúla, 65 milliónir gentur og 56 milliónir dreingir. Tað er ein partur av niðurstøðuni, sum barnahjálpargrunnurin hjá ST, UNICEF, skrivar í síni nýggju ársfrágreiðing.

-Vit sleppa ikki av við fátækradømið og barnadeyða, eyðkvæmi og aðrar sjúkur ímillum børn, fáa vit ikki undirtøku fyri, at øll børn hava rætt til útbúgving, sigur leiðarin í UNICEF, Carol Bellamy.

Í ársfrágreiðingini verður endurtikið, at útbúgving er ein mannarættur, sum umfatar øll. Tað sama stóð í túsundárafrágreiðingini hjá ST, har øll limalondini bundu seg til at geva sínum børnum og ungu útbúgving, og at hesi viðurskiftini skulu koma í rættlag í seinasta lagi í 2015. Eftirkanningar hjá UNICEF hava víst, at summi lond leggja størri dent á at útvega dreingjunum skúlagongd enn gentunum. Hetta er serliga galdandi í afrikonsku londunum sunnan fyri Sahara. Har fingu 24 milliónir gentur onga skúlagongd í fjør.

Í einstøkum arabiskum londum stendur heldur ikki ov væl til. Eitt nú ganga bara 58 prosent av gentunum í Saudiarabia í skúla.