1224 ferðafólk ferðast um flogvøllin í dag

Tey flestu flogførini hjá Atlantic Airways eru so at siga fullfermd. Nú er tíðin, tá flest fólk hava summarfrí, tað merkist eisini á ferðafólkatalinum um flogvøllin. Tá ið vit tosaðu við Atlantic Airways í dag, søgdu tey, at í dag koma tey at flyta 1224 ferðafólk um Vága Floghavn.

Úr Føroyum fara 8 flogfør hjá Atlantic Airways við tilsamans 585 fólkum og tað koma 9 flogfør við tilsamans 639 fólkum.

Annars hava tað verið fáar seinkingar seinastu 2 mánaðarnar, men í gjárkvøldið fóru tvey tey seinastu flogførini, sum skuldu lenda um miðnáttina, til Ísland, tí mjørki var í Vágum, tey komu so aftur til Føroya fyrrapartin í dag.