Tað var í Dimmalætting 22. desember 1888 ella fyri 125 árum síðani, at omanfyri standandi stutta lýsing stóð. Sum tað sæst, so var lýsingin undirskrivað av níggju monnum, sum tá vóru væl kendir í Føroyum.
2. jóladagur fyri 125 árum síðani var ein illveðursdagur. Tað var illfýsið við bæði regni og vindi, men kortini vóru savnað fólk nógva staðni frá í landinum í tinghúsinum, har fundurin varð hildin.
Røður vórðu bornar fram og fleiri fosturlandssangir vórðu sungnir. Tiltikið er tað, at Rasmus Effersøe las upp Nú er tann stundin komin til handa, ið Jóannes Patursson, sum tá var 22 ára gamal, hevði yrkt.
Tað fyrsta av 17 ørindum ljóðar soleiðis:
Nú er tann stundin komin til handa
á hesum landi,
at vit skulu taka lógvatak saman
máli til frama.
Fundurin 2. jólakvøld fyri 125 árum síðani endaði við fundarsamtykt í 6 greinum:
- Føroyskt mál skal verða kenslugrein í skúlanum, so skjótt neyðugar skúlabøkur á føroyskum eru fingnar til vega.
- Í søgufrálæruni eigur dentur at verða lagdur á Føroya søgu.
- Øll uttanatlæra á donskum í kristnikensluni skal burtur, í staðin skal tað lisna endurgevast á føroyskum.
- Prestarnir eiga at hava rætt til at nýta føroyskt mál innan og uttan kirkjugátt.
- Føroyskt mál eigur at fáa fullan rætt í øllum almennum viðurskiftum.
- Arbeitt eigur at verða fyri at fáa settan á stovn føroyskan fólkaháskúla.