127 metrar nærri ljósinum

Í síðstu viku vórðu 127 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum. Í alt eru nú sprongdir 9.303 metrar av 11.250 metrum.

 

Fyri tveimum vikum síðani kom boritoymið niður á lægsta punktið í tunlinum, miðskeiðis í Tangafirði, og nú er farið at ganga uppeftir aftur. Í vikuni er eisini partur av seinasta brunninum sprongdur og hetta arbeiði heldur fram komandi vikuna.

 

Í tunnilsbitanum av Hvítanesi vórðu 35 metrar sprongdir, og í alt eru nú sprongdir 4.487 metrar frá Streymoyarlandinum.

 

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi eru 54 metrar sprongdir seinastu vikuna, so at nú eru tilsamans sprongdir 1.631 metrar á tí teininum. Sprongt hevur eisini verið fyri einum pumpubrunni.

 

Móti Rókini eru 38 metrar sprongdir, tilsamans 1.560 metrar.

 

Nú resta so eini 640 metrar eftir í teininum frá rundkoyringini móti Rókini og eini 1.300 í teininum frá rundkoyringini til Hvítanesar áðrenn opið er gjøgnum allan Eysturoyartunnilin.