Samlaða føroyska toskakvotan á Flemish Kap í ár er 3.911 tons, men her verða bara 2.635 tons latin línuskipunum at fiska sum felagskvota. Tey eftirverandi 1.276 tonsini skulu seljast á uppboði, og tað er í morgin, 31. januar, at henda søla skal fara fram.
Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskipum og reiðari á frystilínuskipinum Eivindi, segði við Sosialin herfyri, at tað er bedrøviligt, sum línuskipini vera illa viðfarin av landsins myndugleikum, og orðini segði hann júst í sambandi við uppboðssøluna, sum verður í morgin.
- Nú vit skulu til at rinda aftur til kreditorar, sum hava hjálpt okkum í trongum tíðum, meðan vit bløddu, tekur landsstýrismaðurin og selur partar av kvotuni á uppboði – hesa kvotu, sum kundi gjørt, at frystilínuskipini fingu ein túr á Flemish Kap aftrat, nú tey eru har yviri kortini.
Hálvdan Gudmundsen vísti á, at føroysk frystilínuskip hava fiskað á Flemish Kap seinastu vetrarnar – eisini fyri at spara føroysku grunnarnar – og tað er harmiligt, at línuflotin ikki skal fáa ein kjans at reisa seg aftur, nú útlit annars vóru til tað.
Í samrøðuni vísti hann eisini á, at tað kostar reiðaríunum einar 500.000-600.000 krónur at frakta fiskin heim til Føroya í frystibingjum, og haraftrat tekur tað skipunum einar 8-10 samdøgur at sigla hvønn vegin - yvir á leiðirnar við Flemish Kap og heimaftur.