13 gullheiðursmerki í badminton

Føroyingar spældu í 19 av 31 finalum í Reykjavík

So varð síðsti dystur spældur og síðstu heiðursmerkini deild út í Reykjavík.

 

Av teimum 31 hálvfinalunum, sum føroyingar høvdu luttøku í, komu tey í 19 finalur. 

Hetta hevur verið eitt strævið, men gevandi vikuskiftið fyri føroysku leikararnar, sum hava fingið sera nógv burturúr og hava ment seg fyri hvønn spældan dyst.

Í fleiri av finalunum vóru tað føroyskir leikarir báðumegin netið. 

 

- Tað, at feløgini luttaka í Reykjavik International Games (RIG), er av sera stórum týdningi fyri menningina av badminton og sera gott fyri samstarvið millum feløgini. Hetta ger, at fleiri leikarir fáa møguleikan at koma út at spæla í móti øðrum leikarum, sum tey ikki spæla í móti heima. Og á hendan hátt mennast tey sum badmintonleikarar. Eisini er tað sera hugaligt at síggja, at allir leikarir heilt frá U11 og upp til U19 geva seg fult út á vøllinum, sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.

 

Bartal Poulsen bleiv, aftur í ár, útnevndur til besta leikara í kappingini.  

 

Heiðursmerkini blivu deild soleiðis:

 

U13

Einmansleikur - dreingir

Silvur - Bjarti Samson Vang, HBF

 

Einmansleikur - dreingir B-bólkur

Gull - Lucas Gardar, MBF

Silvur - Dávid F. Berg, HBF

 

Einmansleikur - gentur

Silvur - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF

 

Einmansleikur - gentur B-bólkur

Gull - Birita Weihe Thomassen, HBF

 

Tvímansleikur - gentur

Gull - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF og Rakul Sørensen, ÍF

 

Blandaður tvímansleikur

Silvur - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF og Bjarti Samson Vang, HBF

 

U15

Einmansleikur - gentur

Gull - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

 

Tvímansleikur - dreingir

Gull - Tórur Paulason, HBF og Steintór Emil Svavarsson

 

Tvímansleikur - gentur

Gull - Adhya Nandi og Miriam í Grótinum, HBF

 

Blandaður Tvímansleikur

Silvur - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF og Tórur Paulason, HBF

 

U17

Einmansleikur - dreingir

Gull - Jónas Djurhuus, HBF

Silvur - Árant á Mýrini, MBF

 

Einmansleikur - gentur

Gull - Sissal Thomsen, HBF

 

Tvímansleikur - dreingir

Gull - Rasmus Berg Petersen og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF

Silvur - Hjalmar Gregersen og Regin Gleðisheygg, ÍF

 

Blandaður tvímansleikur

Gull - Sissal Thomsen og Jónas Djurhuus, HBF

 

U19

Einmansleikur - dreingir

Gull - Bartal Poulsen, Viby J

 

Einmansleikur - gentur

Silvur - Gunnva Jacobsen, HBF

 

Tvímansleikur - dreingir

Gull - Bartal Poulsen, Viby J og Elís Tór Dansson

 

Tvímansleikur - gentur

Gull - Sissal Thomsen og Gunnva Jacobsen, HBF

 

Blandaður tvímansleikur

Silvur - Bartal Poulsen, Viby J og Gunnva Jacobsen, HBF