13 nýggj grundstykki klár fyri jól

- Vit vænta ein øktan eftirspurning, nú fyrireikingarnar til Sandoyartunnilin eru farnar í gongd, siga tey í Sands kommunu.

 

Í dag hava Sands kommuna og byggifelagið Articon skrivað undir sáttmála um byggibúgving av 13 grundstykkjum uppi á Vatnsryggi á Sandi, tey rópa.

 

Arbeiðið, sum sáttmáli er gjørdur um, kostar 4,4 miljónir krónur. Tíðarætlan er eisini avtalað, har fyrireikingarnar byrja um tvær vikur, og arbeiðið ætlandi verður handað kommununi fyri jól.

 

Sands kommuna fer nú undir at viðgera, hvat grundstykkini skulu kosta hjá teimum, sum eru áhugaði at keypa frá kommununi, og hvørjar treytir sum heild skulu galda við sølu.

 

- Vit hava fingið fleiri fyrispurningar um keyp av grundstykkjum í nýggju útstykkingini, og vit vænta eisini ein øktan eftirspurning, nú fyrireikingarnar til Sandoyartunnilin eru farnar í gongd, siga tey í Sands kommunu í kvøld.