Fimm búfólk og átta starvsfólk á røktarheiminum - Dybbøl Plejecenter - eru staðfest positiv fyri koronu. Tað upplýsir leiðarin fyri eldrarøktini í Sønderborg kommunu, Joan Slaikjer Hansen, og tað er Jydske Vestkysten, sum ber tíðindini.
Fram móti jólum varð eitt starvsfólk á heiminum staðfest positivt, og tá umstøðurnar vórðu kannaðar nærri, vísti tað seg, at smittan hevði spjatt seg til onnur starvsfólk og búfólk, soleiðis at samlaða talið av smittaðum nú var 13.
Í dag skulu bæði starvsfólk og búfólk á Dybbøl Plejecenter kannast av nýggjum, og síðan skal leitast eftir møguligum smittukeldum, til allar royndir aftur eru negativar. Á røktarheiminum eru 59 búfólk og umleið 100 starvsfólk.